8 Maskinmeistarar fingu prógv.
- Ólavur Í Geil

- Jun 26
- 2 min read

8 Maskinmeistarar fingu handað prógv á Vinnuháskúlanum í dag.
Á hugnaligari samkomu á Vinnuháskúlanum í dag fingu átta maskinmeistarar handað prógv. Hesir eru nú lidnir við sína útbúgving og eru klárir til nýggjar avbjóðingar.
Hátíðarløtan á Vinnuháskúlanum savnaði lesandi, familju, starvsfólk, umboð úr fakfeløgum og vinnuni til eina hugnaliga samkomu.
Hátíðarhaldið byrjaði við, at stjórin á Vinnuháskúlanum bjóðaði vælkomin. Eftir hetta var prógvahandan og síðani vórðu virðislønir latnar.
Hátíðarhaldið helt fram við røðum og sangi, har millum annað landsstýrismaðurin í Mentamálum Bárður á Lakjuni helt røðu.
Somuleiðis helt næstformaðurin í Maskinmeistarafelagnum eina góða og viðkomandi røðu, har hann vísti á stóra týdningin av útbúgvingunum og ynskti nýútbúnu Maskinmeistarunum alt tað besta á teirra leið.

Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Rani Isaksen fekk eitt ur frá Skansi Offshore. Petur Ovi Jógvansson Mørkøre fekk ein grindaknív frá S.E.V.. Dávid á Marknagili fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagnum
Maskinmeistarafelagið ynskir øllum teimum nýútbúnu maskinmeistarunum hjartaliga til lukku við prógvunum og alt tað besta í framtíðini.
Í sambandi við hátíðarløtuna nýtti Maskinmeistarafelagið høvið at bjóða øllum maskinmeistarum til kunnandi fund hósdagin 25.06.2026 kl. 17.00.
Á skránni verður millum annað kunning um ymisk sáttmála-, fakfelags- og tryggingarviðurskifti.
Okkurt ábit verður at fáa.
(Myndir Maskinmeistarafelagið)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Maskinmeistarafelagið
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Vinnuháskúlin #FaroeseMaritime #Sjóvinna #Fiskivinna #Shipping #Alivinna #Aquaculture #faroeislands #Education #Maritimestudies #faroeislandsmaritimedirectory #directory #faroeislandsmaritimedirectory
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FaroeseMaritime #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #faroesemaritimeecosystem
Fylg LinkedIn #'s:
.png)



















.png)
%20(1).png)
Comments