top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

Arktiskt Bjarginartænasta sett á stovn - Vørn er við

Felagsskapurin AECO, sum er felagssamstarv millum veitarar av ferðamannaskipum í artiska økinum, hevur tikið stig fyrsta fundin við artisku bjargingartænasturnar - search and rescue (SAR) eindir.

(Mynd 📸 AECO.no)


AECO stendur fyri The Association of Arctic Expedition Cruise Operator.


The Joint Arctic Search and Rescue Arena (JASA) - leysliga umsett Felags Artiska Bjarginarliðið - leggur dent á finna loysnir SAR avbjóðingar.

JASA er grundað á ein vælkendan tørv, at seta á stovn eitt netverk, sum kann uppfylga viðkomandi niðurstøður frá SAR venjingum. Eisini er endamálið at at virka sum eitt umhvørvið at deila royndir og nýskapan umframt karmar fyri møguligum nýggjum átøkum.

  • JASA er eitt frívilligt netverk har effektiv samstarvandi átøk í samband við Felags Artiska Bjarginarliðið kunnu útinnanst, tí at allir limir hava somu mál og visjónir, sigur stjórin í AECO Frigg Jørgensen.

Síðan 2016 hevur AECO samstarvað við SAR eindir til tess at økja um at trygdina hjá ferðamannaskipum. Samstarvið hevur verði umfatað av felagsvenjingum, verkstovum, fundum, vitanardeiling, verkætlanum og øðrum.

Evnið á tiltakinum í ár hjá Joint Arctic SAR var “frá úrskurðum til gerðir” (from findings to actions). Her varð greitt staðfest at uppfylging av úrskurðum og økjum, sum hava tørv á batum er alneyðugt. Hetta skal verða gjørt við eini meira systematikari og úrslitsgrundaðari arbeiðstilgongd. Við hesum bleiv JASA til veruleika.


Saman við samstarvspørtum, so sum bjargingartænastan í Íslandi og Kanada, Arktisk Kommando, Norska Hovedredningssentralen fer netverkið at vísa á og handla uppá evnir í sambandi við trygd innan sjóvinnu- og ferðamannaskip í artiska økinum.


Tey, ið umboðað JASA :

· Bjargingartænastan í Kanada

· Bjargingartænastan í Íslandi

· Bjargingartænastan í Norge

· Bjargingartænastan í USA

· VØRN

· Norska Hovedredningssentralen

· Umboð frá AECO avgreiðslustovuni

· Umboð frá AECO limaskapinum

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: AECO

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page