top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Avtala er gjørd um nýggja farstøð í Havn

Smyril Line og Articon hava gjørt avtalu um at byggja farstøð. Í nýggju farstøðini verða eisini pakkhús og skrivstovuhøli. Bygningurin fer at standa á molanum í Havn.


Smyril Line og Articon hava gjørt avtalu um at byggja farstøð.

Í nýggju farstøðini verða eisini pakkhús og skrivstovuhøli.


Bygningurin fer at standa á molanum í Havn.


Smyril Line tørvar størri goymslu og skrivstovuhøli, og Tórshavnar Havn tørvar betri og størri farstøð enn ta gomlu. Tí er avtala um samstarv gjørd. Við hesi verkætlan vilja Smyril Line og Tórshavnar Havn í felag framtíðartryggja virksemið og veita føroyingum betri tænastu.


Nýggja farstøðin við goymslu og skrivstovum er tilsamans 7.389 fermetrar til støddar. Tollbygningur, langongubrúgv og innskrivarklivar eru eisini partar av verkætlanini og sostatt verður samlaða støddin 8.054 fermetrar.


Ráðgevarar í verkætlanini eru Arkitektar Henning Larsen, LBF Ráðgevandi verkførðingar, PBC og Verk.fo.





(Myndir 📸 Smyril Line)


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo


Kelda: Smyril Line

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Σχόλια


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page