top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BAKKAFROST | Co2 málini fingið altjóða vísindaliga góðkenning

Updated: Sep 5, 2023

SBTi-góðkenningin merkir, at málini hjá Bakkafrost um at minka CO2-útlátið fram til 2030 eru í tráð við dagførda veðurlagsvísind. Tey samsvara sostatt við mest framsøkna málið í París-avtaluni, sum er at halda altjóða upphitingini undir 1,5°C.

(Mynd 📸 Portal.fo)


Science Based Targets initiative (stytt SBTi) er ein altjóða viðurkend samgonga ímillum Carbon Disclosure Project (CDP), UN Global Compact, World Resources Institute (WRI) og WWF.

Fyritøkur senda málini inn, og SBTi ger eina óhefta gjøgnumgongd av teimum fyri at góðskustempla og tryggja, at tey liva upp til veðurlagsmálini í París-avtaluni.


- Bakkafrost hevur sett sær stór mál um at minka CO2-útlátið. Málini fevna tí bæði um beinleiðis ávirkan, sum fyritøkan hevur, og óbeinleiðis ávirkan, sum eitt nú keyptar vørur og tænastur, ferðir og veitarar hava á útlátið, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

- Vit kunnu nú endaliga staðfesta, at vísindin og burðardyggu visiónirnar hjá okkum samsvara, og tað eru vit sera fegin um.


Bakkafrost bindur seg at minka um beinleiðis útlátið hjá fyritøkuni við 50% áðrenn 2030. Umframt hetta skal óbeinleiðis ávirkanin minkast við 52% pr. tons av framleiddum vørum í sama tíðarskeiði.


CO2-málini fevna sostatt um beinleiðis útlátið í øllum samtakinum (vav 1 & vav 2), sum telur áleið 20% av samlaða útlátinum og fevnir millum annað um framleiðsluvirkir, kontór, bátar og smoltstøðir.


Tey fevna eisini um útlátið í veitingarketuni (vav 3), sum svarar til áleið 80 prosent av samlaða útlátinum og inniheldur millum annað allar rávørur, ferðir og flutning.


- SBTi-góðkenningin er enn ein liður í at tryggja, at vit áhaldandi minka um CO2-útlátið. Komandi árini fara vit at leggja enn størri dent á og seta enn fleiri pengar av til grøna orkuskiftið. Tað hevur eisini stóran týdning, at vit í samstarvi við veitarar tryggja, at vit arbeiða saman um at minka um CO2-útlátið í veitingarketuni, sigur Tordis Poulsen, samtaksstjóri fyri burðardygd.


Ætlanir eru lítið verdar uttan átøk. Tí hevur Bakkafrost sett 355 milliónir krónur av til at fremja neyðuga orkuskiftið í árunum 2024 til 2028.


Les meira um burðardygdsarbeiðið hjá Bakkafrost her.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: ilaks.no

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

1 comment

1 Comment


Guest
Sep 05, 2023

👍🏻

Like

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page