BLUE LOBSTER | Nýggj app til útróðrarmannin 📲🐟

Updated: Jun 21

Blue Lobster eitur nýggj app, sum skal vera eitt millumlið hjá útróðrarmonnum og kundum. Blue Lobster er ein app, sum virkar sum ein talgildur marknaður, har útróðrarmaðurin beinleiðis kann selja til sínar kundar. Hetta kann eitt nú vera ein kokkur á einari matstovu ella ein privat persónur.

Tað var av tilvild at Tórður Pætur Ravnsfjall hitti fólkini, sum settu fyritøkuna Blue Lobster á stovn. Hetta hendi til eitt tiltak í Danmark, sum snúði seg um matvøruídnaðin. Tórður sá stórar møguleikar í Føroyum við einari app til fiskasølu. Nú er hann teirra umboð í Føroyum.



Tey eru í løtuni enn við at menna appina. Eitt nú kannar Tórður hvørji loyvi eru kravd í Føroyum - eitt nú tey heilsufrøðiligu krøvini.


Appin kann tó longu takast niður.


Sí meira um appina her: https://bluelobster.app/






Kelda: KVF


Leinkjur:



FB: #bluefaroeislands #maritimefaroeislands #sjóvinnuIT #bluelobster

LI: #bluefaroeislands #maritimefaroeislands #sjóvinnuIT #bluelobster