top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FØROYSKA VINNAN Á HEIMSINS STØRSTU SØLUSTEVNU Í BARCELONA

Í farnu viku luttóku 13 føroyskar fyritøkur á stóru ráðstevnuni SEG, Seafood Expo Global 2024.


Regin Winther Poulsen hevur skrivað eina grein á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya um størstu sølustevnu í heiminum.


Her er nøkur brot úr greinini:


🎤 Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost: "Vit møta fleiri og fleiri keyparum á hvørjum ári, so hvørt sum virksemið hjá okkum veksur Nú eru vit her við 25-30 sølufólkum hjá Bakkafrosti, og tey hava úr at gera við at hitta keyparar".


🎤 Brandur Jacobsen, stjóri í PRG í Norðragøtu: (...) tað liggur væl fyri hjá teimum at hitta kundar í Barcelona, tí tað mesta av teirra fiski verður selt í Spania og øðrum suðurevropiskum londum. Millum spennandi uppgávurnar hjá saltfiskaframleiðsluni í Føroyum er møguleikin at aftur selja Føroyabankatosk.


🎤 Dennis Holm, landsstýrismaður: "Eitt av høvuðsendamálunum hjá okkum er, at vit royna at hava eitt gott politiskt samstarv við grannalondini hjá okkum. So ein partur av endamálinum við at vera í Barcelona er eisini at koma á tal við okkara samstarvsfelagar. Vit hava verið á fundi við norska fiskimálaráðharran, Marianne Sivertsen Næss, sum er nýggj í sessinum."


🎤 Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi í Vinnuhúsið - House of Industry: (...) Vinnuhúsið arbeiðir miðvíst arbeiðir við at fáa eitt betri pláss á sølustevnuni, soleiðis at føroyska vinnan kann koma í samband við fleiri keyparar. (...)  tær flestu fyritøkurnar á sølustevnuni luttaka fyri at hava samband við sínar verandi keyparar.






(Myndir 📸 KVF)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo
Instagram logo



Kelda: Vinnuhúsið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page