top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FELAGIÐ NÓTASKIP | Skipini missa 3.500 tons hvørt av nýggja svartkjaftabýtinum

Updated: Apr 30

Nótaskip halda ikki, at landsstýrismaðurin uttan nakað kann taka søgulig rættindi frá skipunum

(Mynd 📸 KVF)


Nótaskipini missa 3.512 tons av svartkjafti hvørt. Og tey fýra ídnaðarskipini missa ávikavist 3.749, 424 og 33 tons hvørt.


Tað sigur felagið Nótaskip um nýggju kunngerðina um svartkjaftabýtið. 35.000 tons vera latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið hjá hvørjum fiskifari er 2500 tons.


Nótaskip halda ikki, at landsstýrismaðurin uttan nakað kann taka søgulig rættindi frá skipunum. Um tað ber til, hvat annað kunnu vit so vænta, spyr felagið.

(Mynd 📸 KVF - Annfinn Olsen, nevndarlimur í Nótaskipum)

 

Løgfrøðingur kannað málið

Felagið hevur fingið ein løgfrøðing at kanna málið. Hansara niðurstøða er tann sama sum hjá felagnum. Landsstýrismaðurin hevur onga heimild at broyta í kunngerð svartkjaftabýtið í sjófeingislógini, sigur løgfrøðingurin.


Umhugsa at stevna

Annfinn Olsen, reiðari og nevndarlimur í Nótaskipum, segði við Útvarpið í síðstu viku, at limirnir í felagnum umhugsa at stevna landsstýrinum. Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum, sigur, at nevndin hevur ikki havt fund um tann møguleikan enn. So hann fær ikki sagt, um Fiskimálaráðið verður stevnt.


Ein avtala var gjørd í 2009 um svartkjaftabýtið. Hana brýtur landsstýrismaðurin við nýggju kunngerðini, siga Nótaskip.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page