top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN | Skipið hevur roynst væl og riggað væl

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag við jólapakkum. Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn, saman við trimum av manningini, sum høvdu landingartørn

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)


Í gjár og í dag hevur Christian í Grótinum landað sild til Pelagos í Fuglafirði, sum teir fingu í íslendskum sjógvi.


Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag við jólapakkum. Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn, saman við trimum av manningini, sum høvdu landingartørn.


-Tað gekk væl at fiskað, tí vit fingu góð 2000 tons í eitt samdøgur. Harafturat var tað stór og góð sild, sum í miðal liggur um 370 gram. Tað sigur stýrimaðurin Christian Djurhuus.


-Vit royndu við troli eftir sildini og har vóru fleiri onnur føroysk skip, sum eisini trolaðu eftir sild. Eg haldi tey flestu høvdu brúkiligan fiskiskap, sigur hann.


-Vit eru væl nøgdir við skipið, sum bæði hevur roynst væl og riggað væl hesar umleið átta mánaðirnar, tað hevur verið í vinnu. Vit fara óivað ein túr afturat eftir sild, og so man fara at stittast til vit fáa jólaferiu, sigur Christian Djurhuus.

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)


13 mans vóru við Christiani, harav ein drongur sum var í starvsvenjing. Skipari var Bogi Rasmussen.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


-Soleiðis stóð skrivað á facebook síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini t. 15. nov.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page