HAVNAR BJARGINGARFELAG | Alment tiltak 📣🙂

Updated: Jul 8

Tanum skal eita Rescue LÍV


Leygardagin 10. juli kl. 15 fær bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag navnið Rescue LÍV - Alment tiltak verður í tí sambandi í og uttanfyri hølini hjá Havnar Bátafelag undir Bryggjubakka.


(Mynd 📸 Ingi Sørensen)


Tanum varð keyptur fyri tveimum árum síðani. Hann er nú umvældur, og settur í tilbúgving. Tanum avloysir undanfarna bjargingarbátin, Rescue LÍV.


Leygardagin 10. juli kl. 15, verður Tanum navngivin Rescue LÍV, og verður høvið at síggja nýggja bátin, saman við aðrari útgerð hjá Havnar Bjargingarfelag. Eisini verða røður, okkurt lætt til matna, Jens Marni fer at syngja og ymiskt gott verður til børnini.




Øll eru vælkomin undir Bryggjubakka leygardagin 10. juli klokkan 15.


(Myndir 📸 Facebook síðan hjá Rescue Lív)

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: VP | Vágaportalurin

Logo
Logo
Logo