HAVSTOVAN | Lítið av yngli á Landgrunninum í ár

Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningarnar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka.



Úrslitini í ár vístu, at lítið er av yngli á øllum Landgrunninum (Mynd 1). Yngulin er eisini smáfallandi (Talva 1), men tað er vanligt, tá lítið er til. Á Landgrunninum er hetta fjórða árið á rað, har nøgdirnar av toska-, hýsu-, hvítingsbróður- og nebbasildayngli eru undir miðal.

Gróðurmátingar hjá Havstovuni hava víst, at gróðurin á Landgrunninum hevur verið sera lítil higartil í ár. Tað er eitt greitt samband millum gróður á Landgrunninum og bæði nøgd og stødd av yngli, og hetta er helst orsøkin til, at yngulin á Landgrunninum ikki er væl fyri í ár, hvørki í stødd ella nøgd.

Á Føroyabanka (Mynd 2) var hugaligt at staðfesta, at nøgdirnar av bæði toska- og hýsuyngli eru yvir miðal. Nøgdin av toskayngli er tann størsta síðani 2001 og av hýsuyngli tann størsta síðani 2005. Nøgdin av nebbasild var tó undir miðal. Støddin á ynglinum var tó undir miðal fyri øll trý sløgini (talva 1). Toskayngul var fingin á 14 av 15 kanningarstøðum á Føroyabanka, men nógv tað mesta var mitt á bankanum.

Yngulkanningar hava verið gjørdar á Landgrunninum síðani 1983 og hava til endamáls at kanna yngulin frá gýtingini í ár og fáa fyrstu ábendingarnar um árgangstyrki hjá toski á Landgrunninum og Føroyabanka. Síðani 1989 hava umhvørvisviðurskifti í havinum eisini verið kannað á túrinum, t.e. hiti, salt, tøðsølt, gróður og djóraæti. Við hesum kanningum fæst ein fatan av bæði liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.



Mynd 1: Tal av toska-, hýsu-, hvítingsbróður- og nebbasildayngli pr. hál á Landgrunninum árini 1983-2021.



Mynd 2: Tal av toska-, hýsu-, hvítingsbróður- og nebbasildayngli pr. hál á Føroyabanka árini 1991-2021. Árini 2009, 2011 og 2013 vóru ongar yngulkanningar gjørdar á Føroyabanka.

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: Havstovan

Logo