KSS | Næmingar í starvsvenjing - sí myndir
Tríggir næmingar úr 10. flokki á Skúlatrøð hava verið í starvsvenjing hjá KSS seinastu 2 vikurnar.
Á Klaksvíkar Sleipistøð eru tey fegin um at ung, harav eisini gentur, velja at koma í starvsvenjing hjá teimum. Tey ungu sleppa at royna seg, og nógv spennandi er á skránni, m.a. at sveisa og ymiskt arbeiði umborð á skipum.
"Serliga sveisiarbeiðið hevur verið stuttligt!" sigur ein av starvsnæmingunum við einum smíli. "Tað er so cool at síggja, hvussu alt riggar í veruleikanum!"
Tey hava ikki bara sitið og hugt - tey hava verið við! Saman við royndum handverkarum og lærlingum hava tey fingið innlit í gerandisdagin á KSS.
Á KSS vóna tey at framtíðar lærlingar eru ímillum tey ungu.
Sí myndir niðanfyri frá spennandi lærutíðini:






(Myndir 📸 KSS, Oliver Joensen)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KSS
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments