top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Løgtingið er samt um arktiskan politikk

Vit eiga at virka fyri at gerast sjálvstøðugir limir í Arktiska ráðnum, sigur uttanlandsnevndin.

(Mynd 📸 Kvf.fo)


Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um arktiskan politikk hevur fulla undirtøku í løgtinginum.


Uttanlandsnevndin sigur seg vóna, at landsstýrið tekur politikkin í álvara og ikki bara ger hetta til enn ein politikk, sum bara endar við at vera føgur orð.


Tað er neyðugt, sigur uttanlandsnevndin, at Føroyar hava ein arktiskan politikk, sum staðfestir, hvør føroyski luturin í Arktis og Norðurhøvum skal vera.


Vit eiga at virka fyri at gerast sjálvstøðugir limir í Arktiska ráðnum, sigur nevndin eisini.

Føroyar hava havt eina arktiska strategi síðan 2010. Ein nýggj kom í 2022.


Við hesum uppskotinum hjá landsstýrinum verður arktiski politikkurin dagførdur, sigur uttanlandsnevndin.

Les álitið frá uttanlandsnevndini her.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page