MAERSK | Selt russisku deild sína
Updated: Sep 7, 2022
APM Terminals hevur selt sín part upp á 30,75 prosent av partabrøvunum í russiska havnafelagnum, Global Ports, til starvsfelagan ígjøgnum mong ár og núverandi medánaran, Delo Group. Einki verður sagt um prísin. Maersk setti longu einar tvær vikur eftir russisku innrásina í Ukraina partabrøv síni til sølu, og nú er so eydnast at fáa handilin upp á pláss, upplýsir A.P. Møller – Maersk í eini fráboðan. Sølan til Delo Group, sum russiski handilsmaðurin Sergey Shishkarev, eigur, gevur møguleika fyri at Maersk kann koma innaftur seinni. Nú hevur felagið vent sær móti handlinum eystureftir.
(Mynd 📸 Maersk)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments