top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

MEININGAR | Maskinmeistarafelagið - Vit mugu stríðast fyri samráðingarfrælsinum

Updated: Aug 17, 2023

Góðu limir, hetta er mín fyrsta tíðargrein á heimasíðu felagsins, og fari eg í stóran mun at endurtaka nógv úr oddagreinini, sum eg hevði í seinasta Maskinmeistaranum – tí tann boðskapurin er háaktuellur, nú vit standa á gáttini at fara undir sáttmálasamráðingarnar.

Picture of Arnfinn Bech
Arnfinn Bech, Formaður í Maskinmeistarafelagnum

Vit skulu sum fakfelag verja vunnin rættindi og stríðast fyri nýggjum rættindum, og í Føroyum smæðast hvørki ráðandi politikarar ella arbeiðsgevarar fyri at breggja sær av, at vit eru eitt nýmótans samfelag við skipaðum viðurskiftum á øllum mótum, og at vit tískil hava ein frælsan arbeiðsmarknað.


Men hyggja vit afturlítandi at samráðingunum á tí almenna føroyska arbeiðsmarknaðinum, so má eg tíverri staðfesta, at hevur lítið og onki frælsi verið at sæð, so langt eygað røkkur.


Tí arbeiðsgevararnir eru slopnir at smoyggja ein karm oman yvir øll sáttmálaøkini, tá sáttmálin við tað fyrsta felagið í røðini verður undirskrivaður, og síðan hevur tað bara verið ”take it or leave it” hjá hinum feløgunum.


At landsins stjórn nú heldur tað vera neyðugt at lyfta ávísar lønarbólkar einsæris upp í løn – uttan um karmar og uttan um sjálvar sáttmálasamráðingarnar – tað tulki eg sum eina klokkuklára ásannan av veruleikanum, nevniliga at hesin óvikandi karmurin hevur læst alt fast og sett samráðingarnar, ið skulu eitast at vera frælsar, í ófrælsi.


Eg vil tó staðiliga gera vart við, at tað eru altso ikki bara tey fáu feløgini á heilsu- og umsorganarøkjunum, ið samgongan ætlar at lyfta upp í løn, sum eru afturúrsigld lønarliga her heima. Vit maskinmeistarar eru tað í hvussu er eisini – og tað, so tað stendur eftir.

Ikki tí, vit unna útvaldu yrkjunum tað væl, ið við beinleiðis politiskari hjálp fáa eitt lønarlyft nú. Tær krónurnar fara vit ikki at berjast um, men eg haldi, at vit so sanniliga eisini høvdu havt uppiborið somu sømiligu viðferð frá landsins leiðslu.


Vit maskinmeistarar fáa onga hjálp frá Løgtingi og landsstýri at lyfta lønarstøðið, so vit mugu royna sum frægast sjálvir. Í hvussu er ætli eg at gera alt tað, eg eri mentur, at benda sáttmálasamráðingarnar inn aftur á frælsu leiðina.

Og frælsar samráðingar merkja millum annað, at tað má og skal bera til at samráða seg til batar, har tað er eyðsýndur tørvur á tí, uttan at vera bundin niður av einum karmi, sum annar parturin einsamallur dikterar.


Fyri at fáa eitt gott úrslit er tað umráðandi, at fyrireikingararbeiðið er gott, og tí havi eg saman við nýggja skrivstovuleiðaranum gjørt nógv burtur úr at hitta okkara limir. Tað hevur næstan ikki verið dagur hesar seinastu vikurnar, at vit ikki hava verið úti á arbeiðsplássum og tosa við álitisfólk og limir annars – ella umboð fyri arbeiðspláss eru komin á gátt hjá okkum í Maskinmeistarafelagnum at tosa um tingini.


Tað eru jú maskinmeistararnir úti á teimum ymisku arbeiðsplássunum, ið best vita, hvat tørvurin er, og teir eru tí eisini teir hvassastu at seta orð á krøvini, sum vit nú eru í holtur við at gera klár at handa mótpartinum.


Formaður og nevnd fara at samráðast í felag, men leikluturin hjá tykkum limum er eisini sera týdningarmikil, tí okkara styrki liggur í tykkara undirtøku og stuðli.


Arnfinn Bech

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: BFI

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page