top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

RUSSLANDS SÁTTMÁLIN | Uppsjóvarvirkini halda ondini

Ger Russland álvara av ætlanini um innflutningsbann, kann avleiðingin vera, at uppsjóvarvirkini standa still, nú sildavertíðin byrjar

Higartil í ár er makrelur fyri góðar 320 mió. kr seldur til Russlands og sild fyri 165 mió. kr. (Mynd📸 KVF.fo)

Tað er ein tíðandi útflutningsmarknaður, sum er í vanda, um Russland ger álvara av at seta innflutningsbann fyri føroyskum uppsjóvarfiski. Í tíðindaskrivinum hjá Interfax verða trý fiskasløg nevnd, sum bann kann setast fyri. Tey eru makrelur, sild og lodna. Føroyar útflyta ikki lodnu til Russlands, men higartil í ár er makrelur fyri góðar 320 mió. kr. farin til Russlands úr Føroyum, og sild fyri 165 mió. kr., vísa tøl frá Hagstovuni, sum eru til august í ár.

Bogi Jacobsen er stjóri í Varðanum Pelagic (Mynd📸 KVF.fo) Árini 2019, '20 og '21 hevur virðið á útflutninginum av makreli og sild til Russlands verið umleið eina milliard krónur. Í fjør minkaði virði á silda- og makrelútflutninginum til Russlands niður í góða hálva milliard krónur.

Og føroysku virkini halda nú ondini, um russar gera álvara av ætlanunum. Tí avleiðingin kann vera, at uppsjóvarvirkini standa still, nú sildavertíðin byrjar. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Blue Faroe Islands

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Komentáře


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page