RFH | Shipping sum vinnugrein styrkir føroyska búskapin 📈

Updated: 2 days ago

Shipping sum vinnugrein styrkir tann føroyska búskapin - bæði við at økja um útflutningsvirðið og við at skapa ein meira fjølbroyttan arbeiðsmarknað í Føroyum.


Harafturat er shipping ikki einans tengd at samfelagsgongdini í Føroyum, men í størri mun at gongdini í heimsbúskapinum. Hetta merkir, at stóru konjunktursveiggini, sum javnan merkja føroyska búskapin, kunnu javnast við eini slíkari vinnugrein.

Júst tí er týdningarmikið, at dentur verður lagdur á at stimbra shipping sum vinnugrein í Føroyum. Sum stabbamyndin niðanfyri vísir, skapar henda vinnugreinin nógv arbeiðspláss. Samanlagt eru upp móti 1.200 sjófólk umborð á skipum undir RFH, og starvsfólkatalið á landi nærkast teimum 300 í januar 2021.


Les nevndarfrásøgnina 2020 her:

Ársfrágreiðing+RFH+2020
.pdf
Download PDF • 3.51MB

Kelda: RFH - Reiðarafelagið fyri Handilsskip


#BlueFaroeIslands #sjóvinnuforum #reiðarafelagiðfyrihandilsskip #vinnuhúsið #sjóvinnuforum #Sjóvinna #adventmanagement #ólavurígeil