SJÓMANNADAGURIN | Tiltakið í Klaksvík er avlýst ❌

Stúra fyri Korona: Stórt tiltak í Klaksvík avlýst

Tað er ógjørligt at hava tiltakið, sum støðan er nú, siga fyrireikararnir. Tað er nú greitt, at sjómannadagurin, sum skuldi vera í Klaksvík seinni í summar, verður avlýstur í ár. Hann verður avlýstur fyri at binda um heilan fingur, tí óttin fyri koronu lúrir alla tíðina.



Fyrireikararnir siga, at annars mæla læknaligu tilmælini beinleiðis til at halda Føroya Sjómannadag, sum skuldi vera leygardagin 21. august. Men fyrireikararnir siga, at so leingi sum smittulæknar, og ymisk frábrigdi av korona, áhaldandi eiga yvirskriftirnar í miðlunum er ótti millum fólk – og tí er ógjørligt at fyriskipa Føroya Sjómannadag.


– Nú fyrireikingarnar til ársins sjómannadag áttu at verið í hæddini, mugu vit staðfesta‚ at óvissa er framvegis ímillum okkum‚ sum fyriskipa Føroya Sjómannadag, og í stórum pørtum av samfelagnum. Tí meta vit tað ikki vera ráðiligt at halda sjómannadagin í 2021 sum ætlað.


Sambært viðtøkunum er Føroya Sjómannadagur fyrst og fremst ein familjudagur har ættarlið, vinir og kenningar hittast til spæl, skemtunar og hugna‚ samstundis sum vit upplýsa um fiskitilfeingi og fiskivinnuna. Alt arbeiðið í samband við Føroya Sjómannadag er ókeypis, og av góðum huga hjá eini fjøld av fólki‚ sum á ymiskan hátt hjálpa til. Tá óvissan um koronaumfarssóttini framvegis er millum okkara er avgjørt at Føroya Sjómannadagur verður útsettur til tann 20. august 2022, siga fyrireikararnir


Kelda: in.fo

Leinkjur:

Logo
Logo
Logo
Logo


#bluefaroeislands #sjómannadagurin