SJÓVINNUSTÝRIÐ | Sáttmáli undirskrivaður 🌊

Sáttmáli undirskrivaður til nýggja Sjóvinnustýrið


Sáttmálin til nýggja Sjóvinnustýrið, er undirskrivaður í dag. Samkoma var á Fiskastykkinum í Sandavági í morgun, har stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge og stjórin á Búsetur, Sjúrður Holm undirskrivaðu sáttmálan til nýggja Sjóvinnustýrið.



Heildararbeiðstøkusáttmálin er á knappar 23,8 mió.


Sigurd L. Lamhauge bjóðaði vælkomin, síðani bar Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fram røðu. Ragnar Zachariasen frá ZETA arkitektum hevði eina framløgu um nýggja Sjóvinnustýrið, sum skal staðsetast á Giljanesi.


Prosjekteringin er farin í gongd, og skal hon verða liðug í desember 2021. Byggingin skal verða liðug í mai 2023.

Myndirnar hevur Jákup F. S. Olsen, deildarleiðari á Byggideildini á Landsverki tikið:


Kelda: Landsverk


Leinkjur:



#bluefaroeislands #sjóvinnuforum #maritimefaroeislands #sjóvinnustýrið #landsverk #búsetur #zetaarkitektar #fiskastykkið