SJÓVINNUSTÝRIÐ | Myndir frá hátíðarhaldi
Vitaverk og sjóuppmerking er nú í føroyskum hondum.
Málsøkið Vitaverk og sjóuppmerking er nú komið á føroyskar hendur, og hetta varð markerað við hátíðarhaldi á Sjóvinnustýrinum á Giljanesi í dag, 3. juni 2024.
Samstundis varð samstarvsavtala undirskrivað við danska Søfartsstyrelsen, sum higartil hevur umsitið økið, sum setir karmarnar um samstarvið millum Sjóvinnustýrið og Søfartsstyrelsen framyvir.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, flutti fram røðu. Eisini søgdu Andreas Norseth, stjóri í danska Søfartsstyrelsen og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, nøkur orð.
Sjóvinnustýrið hevur stovnað nýggja deild – Vitaverk og sjóuppmerking – har Asbjørn Østerø er deildarleiðari. Afturat honum er Georg Jakobsen, sum er teknikari. Eisini verða 10 vitapassarar knýttir at Sjóvinnustýrinum sum tímalønt starvsfólk. Sjóvinnustýrið hevur yvirtikið øll hesi starvsfólk frá Søfartsstyrelsen.
“Vit gleða okkum at fara í gongd við hetta nýggja arbeiðsøkið og lova at røkja tað væl”, segði Hans Johannes á Brúgv m.a. í røðu síni.
Her eru nakrar myndir frá móttøkuni.
(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments