SJÓNÁM | Sjey fingu prógv í Klaksvík 👏🏻📃

Upp á ein máta eru teir søguligir


Hátíðarløta var á Sjónámi í gjár, hósdagin 25. juni 21' tá 7 Skipsatstøðarar fingu prógv. Upp á ein máta eru teir søguligir, tí hetta er fyrsti flokkur av fulltiknum skipsatstøðarum, ið hava tikið útbúgvingina sum eitt samanhangandi skeið.


Ovast frá vinstru: Martin A. Olsen, Dánjal L. Jensen og Sigmundur A. Ellingsgaard.

Niðast frá vinstru: Tummas Ellingsgaard, Jógvan S. Poulsen og Páll Haldansen.

Símun Esmar Vágsá manglar á myndini.


Fiskimannafelagið læt virðislønir til tey við hægstu próvtølum. Í hesum sambandi fekk Sigmundur Annifinnson Ellingsgaard ein fyllipenn og hann fekk eisini Ídnisvirðislønina.


Hinvegin vóru tað tveir, sum vóru javnir á øðrum plássi, teir vóru Dánjal Lysholm Jensen, sum fekk ein grindaknív og Tummas Ellingsgaard sum fekk ein kikara.


- Hjartaliga til lukku við prógnum


Kelda: in.fo

Logo
Logo
Logo

#bluefaroeislands #sjóvinnuforum #sjónám #prógv #prógvhandan #skipsatstøðarar