STARV | Faroe Ship 🚢

Updated: Jun 18

Tvey spennandi størv við altjóða starvsmøguleikum


Kennir tú onkran, sum hevur áhuga í einari spennandi útbúgving innan altjóða flutning, so er ein stak góður møguleiki her.


Faroe Ship søkir eftir tveimum shipping næmingum til ávikavist kundatænastuna og útflutningsdeildina.

Sum lærlingur í Faroe Ship fær tú eina altjóða viðurkenda speditør útbúgving, ið hevur við sær starvsmøguleikar innan allan flutning í heiminum. Tú fær eisini eina holla vitan um føroyska fiska- og alivinnu og føroyskan útflutning annars. Eitt spennandi starv, sum gevur tær góðar framtíðarmøguleikar í Føroyum og um allan heim.

Sum lærlingur hjá Faroe Ship tekur tú lut í øllum staklutum innan shipping, logistik og speditión. Tú lærir at samskifta, finna loysnir, selja, senda rokningar, fylla út fraktpappírini, samskifta við kundar í Føroyum og um allan heim, og hvussu ymiska góðsið skal handfarast.


Les meira um størvini her:

Shipping næmingur til kundatænastuna: https://link.hugarok.fo/kunda


Shipping næmingur til eksport deildina: https://link.hugarok.fo/eksport


Kelda: Faroe Ship


Leinkjur:



#bluefaroeislands #sjóvinnuforum #maritimefaroeislands #starv #faroeship