TÍÐINDI | Møguleikar og avbjóðingar á breddanum

Føroyar hava nógvar styrkir, men eisini avbjóðingar. Hetta var ein av niðurstøðunum á triðja fundinum hjá Vakstrarforum.

Vakstrarforum hevur fingið uppgávuna at eyðmerkja vakstrarøki í Føroyum. Fyri at planleggja framtíðina er eisini neyðugt at gera sær eina yvirskipaða meting av styrkjum og veikleikum í samfelagnum í dag, vísti løgmaður á í sínari framløgu.


"Skulu vit tryggja okkum eina burðardygga framgongd, mugu vit av og á steðga á og taka eitt yvirskipað kjak um, hvussu tað stendur til í samfelagnum – hvat er gott, hvat er minni gott, hvat vit so skulu leggja størri dent á," segði løgmaður millum annað í framløguni.


Úrslitið av fundinum var kortini ítøkiligt. Vakstrarforum gjørdi av at arbeiða víðari við:

  1. Útbúgving og arbeiðsmegi

  2. Maritimum veitaravinnum

  3. Ferðavinnu

Í næstum verða arbeiðsbólkar settir, sum skulu at arbeiða víðari við hesum trimum vakstrarøkjum.


Kelda: LMS | Løgmansskrivstovan


Leinkjur:



#bluefaroeislands #maritimefaroeislands #Sjóvinnuforum #Tíðindi #Løgmansskrivstovan


</