TAKS | 24 tíma fráboðanarskylda, tá ið komið verður í føroyskt sjóøki 🛶🕛

Skip og bátar sum koma úr útlendskari havn, ella sum hava fingið ótollaða vøru umborð, skulu nú boða frá nógv fyrr.

Skip og bátar, sum koma úr útlendskari havn, ella sum hava fingið ótollaða vøru umborð, skulu nú boða tollvaldinum frá í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn komið verður í føroyskt tolløki, t.e. 12 fjórðingar úr landi. Eru minni enn 24 tímar at sigla, skal boðast frá í seinasta lagi 1 tíma, eftir at farið er úr útlendsku havnini.


- Fráboðanarskyldan er galdandi fyri øll sjófør. Føroysk sum útlendsk.

- Gamla fráboðanarskyldan var 4 tímar. - Broytingin er lýst í kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021 um tolleftirlit.


Les meira um tollavgreiðsla av skipum, bátum og flogførum, við at trýsta á knøttin



Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: TAKS

Logo
Logo
Logo


#bluefaroeislands #sjóvinnuforum #taks #tollavgreiðsla #maritimefaroeislands