TÍÐINDI | Tvey nýggj reiðarí innan uppsjóvarvinnuna
Tvey nýggj feløg hava fingið tillutað uppsjóvarkvotur til ítøkiligt skipakeyp, men sáttmálarnir eru útgingnir. Í dag er komið fram, at tvey nýggj feløg eru sloppin upp í uppsjóvarvinnuna. Talan er um eitt felag úr Havn og eitt úr Suðuroynni.
(Myndir 📸 Bjarni Ólafsson AK 70)
Bæði feløgini hava fingið 3.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild, og 9.000 tons av svartkjafti. Keldur, sum Portalurin hevur tosað við, siga, at bæði feløgini høvdu útvegað sær skip. Annað skipið var íslendska uppsjóvarskipið Bjarni Olafsson, meðan hitt skipið er ókent enn.
Av tí at viðgerðatíðin gjørdist so drúgv, so gingu báðir keypssáttmálarnir út. Talan var um sera nógvar umsóknir til kvoturnar, og ein av treytunum var, at man skuldi útvega sær skip áðrenn man kundi søkja.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal.fo
Facebook #'s:
LinkedIn #'s:
Comments