TÍÐINDI | Atlantic Fair letur upp í dag
Í dag letur Føroya størsta vinnustevna, Atlantic Fair, hurðarnar upp í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík
(Mynd 📸 Portal.fo)
Klokkan 10 í dag letur vinnustevnan Atlantic Fair á tíggjunda sinni dyrnar upp fyri almenninginum. 191 fyritøkur úr 17 londum eru umboðaðar.
Klokkan 10.30 verður sjálv setanin, har Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, bjóðar vælkomin, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, síðani setur messuna.
Messan hevur opið í dag og mikudagin frá klokkan 10 til 17, og hósdagin frá klokkan 10 til 16.
Tilsamans nýggju fyrilestrar verða eisini hesar tríggjar dagarnar. Eitt nú í morgin eru tað Jákup Bech Jensen, Rógvi Olavson, og Johnny í Grótinum, sum saman við Katrine Zacho og Majbritt Skov hava fyrilestrar. Yvirlit yvir allir fyrilestrarnir eru at finna á heimasíðuni hjá Atlantic Fair www.fair.fo.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments