TÍÐINDI | Betri rættindi til gíslatikin sjófólk 🚢

Gíslatikin sjófólk skulu hava rætt til sjúkrarøkt og -hýru í 16 vikur


Sjófólk, ið verða tikin gísli undir sjóráni og vápnaðum ráni, fáa nú betri treytir.



Rættindi hjá sjófólki undir sjóráni og vápnaðum ráni verða nú nágreinað í lógini um starvsviðurskifti hjá sjófólki. Lógin skal broytast, so hon svarar til ILO-sáttmálan, sum Føroyar eru við í. Í hesum førinum er talan um MLC-sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki. Nýggjar reglur komu í honum 26.desember í fjør.


Í minsta lagi 16 vikur

Tær eru um rættindi hjá sjófólki undir sjóráni og vápnaðum ráni. Ítøkiliga er millum annað talan um at nágreina reglurnar um sjúkrarøkt og sjúkrahýru, so tær eru galdandi í minsta lagi í 16 vikur í staðin fyri upp til 16 vikur. Og ásetingin um siglingarbøkur skal broytast, so sjófólkið - og ikki skiparin sum nú - hevur siglingarbókina í varðveitslu.


Rætt til løn og aðrar samsýningar

Broytingin fer at gera, at sjófólk hava rætt til løn og aðrar samsýningar, um tey verða tikin sum gíslar. MLC-sáttmálin er bara galdandi fyri handilsskip. Uppskotið um at broyta lógina er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 25.august.


Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: KVF

Logo
Logo
Logo


#bluefaroeislands