TÓRSHAVNAR KOMMUNA | Bingja til rusk úr sjónum stendur nú í Álakeri 🍃

Kajakkirnar hjá limum í Havnar Kajakkfelag síggjast javnan í Havnarvág og nærhendis. Kajakfelagið keypti nakað herfyri nýggja útgerð, ið verður brúkt til at rudda vágna nakrar tímar um vikuna.

(Mynd 📸 Tórshavnar Kommuna)


Tey hava ofta fullan posa við burturkasti, sum verður heintað á sjónum. Havnar Kajakkfelag hevur sóknast eftir at fáa eina bingju til alt ruskið, sum tey finna. Og henda bingjan er nú komin.


Um vikuskiftið vóru Ása Ósá og Jan Egil Kristiansen ein túr við kajakkini, og tey fingu fit av ruskið, sum fór beint í nýggju bingjuna í Álakeri. Kári Johansen er formaður í Havnarnevndini, ið hevur fingið bingjuna til vega.


Á sjónum finna rógvararnir alt frá togendum til plast.

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: Tórshavnar kommuna

Logo
Logo
Logo


#bluefaroeislands #sjóvinnuforum #tórshavnarkommuna #heðinmortensen #tórshavnarkajakkfelag