TÓRSHAVNAR KOMMUNA | Avtala undirskrivað við Smyril Line um goymslu og terminal

Tann 28. juni 21' undirskrivaðu umboð fyri Smyril Line og Tórshavnar kommunu sáttmála um at samstarva um at byggja goymslu- og skrivstovuhøli til Smyril Line og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.


Talan er um eitt havnarøki uttanfyri havnarskrivstovuna uppá 4.000 fermetrar, harav terminalurin verður um 1.000 fermetrar.


Tórshavnar kommuna eigur verandi farstøð og trapputornið. Síðan nýggja Norrøna byrjaði sigling, er ferðafólkatalið og fraktnøgdirnar nógv vaksnar, uttan at umstøðurnar á landi hava fylgt við.


Tórshavnar havn tørvar nýggjan terminal til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.


Partarnir eru samdir um, at ein góð loysn er at gera ein felags bygning, sum rúmar goymslu- og skrivstovuhølum til Smyril Line, og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Semja er nú um verkætlanina. Endaligi kostnaðurin verður fastlagdur, tá tilboðini upp á byggingina eru komin inn.


Kelda: Tórshavnar Kommuna

Logo
Logo
Logo


#bluefaroeislands #sjóvinnuforum #tórshavnarkommuna #tórshavnarhavn #smyrilline #norrøna