VÁGS KOMMUNA | Havnameistari til Vágs Havn
Hevur tú hug og vilja til at standa á odda fyri at leiða og menna Vágs havn?
Vágs havn leitar eftur einum havnameistara, sum skal standa á odda við at menna og leiða havnaøkið inn í framtíðina. Okur ynskja at økja um virksemi í Vágs havn og, at arbeitt verður við at skapa nýggjar inntøkur.
(Mynd 📸 Vagur.fo)
Okum sóknast tí eftir einum havnameistara sum, í samstarv við vinnuna og áhugapartar, skal arbeiða fyri at skapa bestu fortreytir á havnaøkinum. Havnameistarin hevur ábyrgdina av tí maritima virkseminum og viðkomandi skal tryggja, at aktivið hjá Vágs havn verður væl skipað, viðlíkahildið og tryggja ein skynsaman rakstur við denti á byrðardygd. Havnameistarin verður eisini ráðgevi hjá Havna- og vinnunevndini.
Starvsuppgávurnar hjá havnameistaranum eru ymiskar og fevna um fyrisiting, vegleiðing, ráðgeving, eftirlit og samskifti. Hartil skal havnameistarin m.a.:
arbeiða við einari menningarætlan við Vágs havn
arbeiða við at økja um inntøkumøguleikarnar hjá Vágs havn
skipa arbeiðið hjá umsjónarfólkinum
tryggja at reglugerðir verða hilnar
fyriskipa losstænastuna
standa fyri tí dagligu leiðsluni og rakstrinum á økinum
menna tænasturnar hjá Vágs havn
fyrireika Vágs havn til framtíðar uppgávur og avbjóðingar
gera og umsita leigusáttmálar á økinum
fyrireika mál til nevndarfundir
branda Vágs havn sum ferðavinnumál
Tað hevur týdning, at tú, sum havnameistari, hevur góð samstarvsevnur og strategisk hegni til at føra Vágs havn inn í framtíðina. Tú verður okra umboð og kemur at luttaka á uttanlanda ráðstevnum. Havnameistarin verður partur av vaktaskipanini hjá Vágs Kommunu.
Førleikakrøv
Okur sóknast eftir fólki við nautiskari útbúgving ella aðrari hóskandi útbúgving við viðkomandi royndum. Okur vænta at;
tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir.
tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur royndur við fyrisiting.
tú hevur viðkomandi starvsroyndir, sum tú kanst nýta í starvinum.
tú hevur góð samstarvsevnir og dugur væl at samskifta á føroyskum og enskum.
hevur ISPS góðkenning ella sinnaður at fáa hesa góðkenning.
Umsøkjarar verða mettir eftir persónligum, leiðsluligum og fakligum førleikum.
Setanarviðurskiftir
Havnameistarin verður settur skjótast til ber ella eftur nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið 6 flokk ella Skipara- og navigatørfelagið stigini 10-14.
Starvsstaðurin er Vágs Kommuna við høvuðssæti á kommunuskrivstovuni á Vágsvegi 30. Umsøkjarin má tola ávísar broytingar í starvinum og í starvssetanini.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsókn og upplýsningar
Vágs havn liggur undur Teksnisku deild og havnameistarin vísir til tekniska leiðaran. Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivari, á telefon 733008 ella umvegis teldupost á petry@vagur.fo.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum hóskandi skjølum, skal sendast til Vágs Kommunu og vera okum í hendi í seinasta lagi 2. septembur 2024.
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vágs Kommuna
Commenti