top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SETRIÐ | Menningarsamstarv: Til Tansania at undirvísa í havrætti

Stórt skeið í havrætti verður í næsta mánaði í Tansania sum partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law

Finn Mørk og Martin Heinesen, jarðfrøðingar, fara saman við Bjørn Kunoy, professara í altjóða løgfrøði, til Tansania at undirvísa í havrætti (Mynd 📸 Setrið)


Mánadagin 13. - 18. desember verður skeið í havrætti í Tansania í Arusha.

Skeiðið er partur av "Summer Academy on the Continental Shelf 2021 (SACS), sum nú verður tikið upp aftur eftir tvey ára steðg. Hetta er triðju ferð, at skeiðið verður hildið í Arusha í Tansania, og tað er partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law (AIIL).

Skeiðið hevur til endamáls at menna førleikar í landgrunsviðurskiftum hjá menningarlondum, og á hesum øki hava Føroyar hava holla vitan og royndir.

Í høvuðsheitum er skeiðið fíggjað av játtanini til menningarsamstarv frá Føroya landsstýri og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL. Skeiðið hevur verið hildið í Føroyum tríggjar ferðir frammanundan. Umleið 25 av teimum 30 luttakarunum eru úr sjey ymsum afrikanskum londum, og so eru eisini aðrir luttakarar úr øðrum londum kring um í heiminum.

Í 2022 verður SACS eftir ætlan hildið á National University of Singapore, NUS. Endamálið við hesum er í mest møguligan mun at røkka og stuðla menningarlondum í Fjareystri og Osiania. Teir føroysku undirvísararnir á skeiðinum eru Bjørn Kunoy, løgfrøðingur og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Eisini undirvísa aðrir altjóða serfrøðingar í løgfrøði og limir í CLCS. Les meira um SACS-skeiðið á heimasíðuni hjá Setrinum her.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Setrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page