BAKKAFROST | Trupla støðan í Skotlandi ávirkar fíggjarliga úrslitið hjá Bakkafrost
Lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Skotlandi í triðja ársfjórðingi hava munandi ávirkan á fjórða ársfjórðing.
Trupla støðan í Skotlandi ávirkar fíggjarliga úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum í oktober og november – Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er óbroytt á 96.000 tons.
(Mynd 📸 Sverri Egholm)
Tá roknskapuring fyri triðja ársfjórðing 2021 varð lagdur fram, varð greitt frá lívfrøðiligum avbjóðingum í alingini í Skotlandi í triðja ársfjórðingi, og at hesar hildu fram í fjóðra ársfjóðringi.
Serliga tann trupla støðan í Skotlandi ávirkar fíggjarliga úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum í oktober og november, og eru 174,6 milliónir krónur útreiðsluførdar fyri óvanligt stórt felli í hesum tíðarskeiði. Rakstrarúrslitið fyri alt samtakið aftaná hesar serligu útreiðslur er væntandi á leið 52 milliónir krónur. Høvuðsorsøkin til óvanliga stóra felli í Skotlandi er, at fiskur - ið frammanundan hevur havt toknutrupulleikar – fekk aðrar avbjóðingar afturat. Serliga eru tað stimar av pinku-hvalspýggjum, ið hava gjørt seg inn á toknurnar á fiskinum. Trupult hevur verið at viðgjørt fiskin við feskvatni, av vantandi kapasiteti og støðuni sum heild. Støðan hevur verið í betring í seinastuni. Á kapitalmarknaðardøgunum í september legði Bakkafrost fram eina 5-ára íløguætlan, ið millum annað umfatar íløgur í brunnbátar við útgerð til feskvatnsviðgerð. Viðgerð við feskvatni riggar sera væl móti bæði lús og toknutrupulleikum, um hon verður gjørd rættstundis. Komandi ár fær Bakkfrost tvey nýggj skip brunnbátar útgerð til viðgerð við feskvatni. Eitt skip fer til Skotlands og Bakkafossur skal nýtast í Føroyum. Hervið verður feskvatnsviðgerarmegin meira einn trýfaldað. Hetta fer at minka munandi um lívfrøðiliga váðan –nú feskvatnsviðgerð sýnist hava størri týdning. Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er óbroytt á 96.000 tons. Umleið 4. januar 2022 verður staðfesta tøkan fyri 2021 almannakunngjørd.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments