top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BFI | 58 kvinnur umboða í leiðslum í sjóvinnuni

Á hugaverd kanning um kvinnur í sjóvinnuni vísir, at 32% av teimum 58 kvinnum eru við í tilgondini um at taka týðandi avgreiðir



582 kvinnur arbeiða í sjóvinnuni

 

Blue Faroe Islands hevur gjørt eina kanning, har kannað varð hvussu nógvar kvinnur arbeiða í sjóvinnuni. Tó ikki á “gólvinum”, so sum í flaka- og krivjivirkjum.

Tí er neyðugt at hava tað í huga, tá ið nevnt verður at 582 kvinnur arbeiða í sjóvinnuni.  

 

Vit hava í hesi kannning, hugsavnað okkum um hvussu nógvar kvinnur eru í leiðslum, teirra  útbúgvingarstøði, umframt teirra leiklut í mun til leiðslu.  

 

Vit spurdu hesar 58 kvinnurnar, nakrar spurningar.  32% svaraðu og úrslitini av kanningin kann lesast niðanfyri.

 

Hvørja útbúgving hevur tú?



Í svarinum annað er talan um Akademiútbúgving í leiðslu



Heldur tú, at tín útbúgving samsvarar við títt núverandi dagliga starv?


Tvær áhugaverdar viðmerkingar vóru til hendan spurningin:

  • partvíst - ein partur kann ikki lærast á nakrari útbúgving, tí tað er so specifikt

  • Faktisk ikki ordiligt, men eg kann jú brúka nógv av tí sum eg havi lært av míni útbúgving




Starvast tú í leiðsluni í núverandi dagliga arbeiði?




Er tú við í tilgondini um at taka týðandi avgreiðir í núverandi dagliga arbeiði?



Hvussu leingi hevur tú starvast í tínum núverandi dagliga arbeiði?




Metodan, sum var nýtt til at koma til hetta talið var uppsøkjandi arbeiði, við at leita á heimasíðum hjá hvørjari einstarkari fyritøku.

 

Sjóvinnan virkar bæði á landi og sjógvi. Fyritøkur veita tí tænastur til aðrar sjóvinnufyritøkur og eisini til fyritøkur, sum ikki eru knýttar at sjóvinnuni.  Vit hava tí hugt eftir fyritøkum, sum heldur virkað meira enn minni sjóvinnuni. Her eru nøkur dømi:

 

#MEST er stórveitari til sjóvinnu við millum annað skipabygging og umvæling av skipum ímeðan #MEST hevur eisini sølubúðir, sum selur til virksemi m.a. á landi. #MEST er tí at rokna sum ein sjóvinnufyritøka.

 

#FaroeDive er ein onnur fyritøka sum, er virkar beinleiðis í sjóvinnuni.

 

#ETV er ein fyritøka sum veitir ymiskar tænastur til sjóvinnuna, #ETV innstalerar eisini el talvur á landi. Vit roknað #ETV til eina fyritøku sum eisini virkar í sjóvinnuni.

 

Tað er tí ikki líka til hvussu ein sjóvinnufyritøka verður definerað. Sum vit skilja tað, hevur Hagstova Føroya eisini avbjóðing við at meta um hvussu stór shipping vinnan er. Spurningurin er nemliga, hvussu langt røkkur shipping virksemi á land, har tað ikki longur kemur undir shipping virksemi. 

 

Er talið av kvinnum álítandi?

 

Flest allar fyritøkur hava heimasíðu, men ikki allar hava starvsfólkayvirlit á heimasíðuni, ei heldur útgreiðnað leiklutin hjá starvsfólkunum. Tí er talið baserað uppá kunningina, sum var alment tøkt, tá ið kanningin varð framd.

 

Sambært heimasíðunum, vit vísa til, starvast 582 kvinnur hjá 133 fyritøkum. Tær á “gólvinum” eru ikki taldar við.  58 kvinnur, eru umboðað í leiðslum, hetta svarar til 9,7 prosent.  

 

C-level management er eitt vanligt hugtak, sum lýsir starvsheitir og leiklutir hjá starvsfólkum í fyritøkum og stovnum.  CEO – chief operating officer, er stjórin, CFO – cheif financial officer, er fíggjarstjóri og so framvegis.

 

Føroyar er eitt lítlið land, og fleiri smáar fyritøkur eru. Ein persónur í eini fyritøku kann hava fleiri C hattar. Hann kann verða fíggjarstjóri, HR stjóri og marknaðarstjóri. Í meðan í størri fyritøkum við fleiri starvsfólkum er uppbygnaðurin verða meira uppbýttur, og samsvarar betri til siðvanda C-level management hugtakaið í verki.

 

Kanningin skal takast við tí fyrivarni, sum er lýst omanfyri.

 

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Kelda: BLUE FAROE ISLANDS

Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram icon


Fylg okkara Facebook #:


Fylg okkara LinkedIn #:

0 comments

Comments


  LES GREIN