top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Politikkur | Løgtingsmaður spyr um viðurskiftið hjá loðsum

Helgi Abrahamsen, spyr millum annað um hvør er orsøkin til,at lønirnar hjá loðsum ikki fylgja nøkrum sáttmála á arbeiðsmarknaðinum?


ree

(Mynd 📸 samband.fo)


Skrivligurfyrispurningur eftir § 52aí Tingskipanini

Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður

Svarari:Sirið Stenberg, landsstýriskvinnaí uttanríkis-og vinnumálum

Evni:Gjøld fyri havnaloðsingar


Spurningar:

1.Hvør er orsøkin til,at gjøldini fyri havnaloðsingarikki eru broytt síðani 1. januar 2013?


2.Hvussu samsvara gjøldini fyri havnaloðsingar í Føroyum við gjøldini,sum eru galdandi í londunum uttanum okkum?


3.Hvat merkir tað fyri lønirnar hjá loðsunum, at gjøldini fyri havnaloðsingarikki eru broytt í so langa tíð?


4.Hvør er orsøkin til,at lønirnar hjá loðsum ikki fylgja nøkrum sáttmála á arbeiðsmarknaðinum?


5.Eru ætlanir um at broyta hesi nevndu viðurskiftini?


Viðmerkingar:


Sambært løgtingslógini um havnaloðsing (løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 við seinni broytingum) skulu gjøldini,ið verða kravd fyri loðsingar, fíggja útreiðslurnar,sum kommunurnar hava av loðsskipanini. Tað vil siga, at útreiðslurnar kunnu ikki vera størri enn inntøkurnar, ið skipini rinda fyri loðsingina.


Í kunngerðini um loðsing, gjøld o.a. (kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012) verður ásett, hvatskip skulu rinda fyri at fáa loðs umborð. Men hóast kunngerðin kom í gildi tann 1. januar 2013, so eru gjøldini framvegis tey somu í krónum, sum tey vóru tá. Hetta merkir, at prís-og lønarvøksturin,sum hevur verið seinastu 12 árini, hevur ikki ávirkað hesi gjøldini.


Lønin,sum loðsarnir fáa,er ikki knýtt at nøkrum lønarsáttmála, og lógin sigur, at gjøldini skulu fíggja allar útreiðslurnar (eisinilønarútreiðslurnar). Menav tí at gjøldinifyri loðsingikkierubroytt í 12 ár, er rásarúmið til at lata lønirnar fylgja lønarvøkstrinum í samfelagnum bliviðminni og minni.


Hesin spurningurin verður settur fyri at varpa ljós á og fáa upplýsingar um hesi viðurskiftini.


Á Løgtingi,6. juni 2025


Helgi Abrahamsen





Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Kelda: Helgi Abrahamsen

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page