Samskip selt til spanska Boluda Shipping
Boluda Shipping og Samskip hava undirskrivað eina avtalu, sum merkir, at Boluda fer at keypa Samskip.

Málið er at byggja upp tað, sum feløgini kalla størsta og mest umfatandi stuttflutningsnetið í Evropa, við sambondum millum Norður-Evropa, Iberisku hálvoynna, Kanariuoyggjarnar og Vesturafrika.
Handilin verður væntandi endaliga framdur tann 1. januar 2027, treytað av góðkenning frá viðkomandi myndugleikum.
Við samanleggingini verða royndirnar og styrkirnar hjá báðum feløgum sameindar.
Boluda Shipping hevur sterkar førleikar innan sjóflutning, havnalogistikk og sleiping, meðan Samskip hevur eina sterka støðu í Norður-Evropa og drúgvar royndir innan multimodalan flutning og logistikk.
Endamálið er at veita kundunum fleiri møguleikar, størri flutningsorku og betri tænastur.
Eftir samanleggingina verður netið væntandi at fevna um:
32 skip
18 siglingarleiðir
Virksemi í 28 londum
21 sjóterminalar
5 jarnbreytaterminalar
Meira enn 500 lastbilar í egnum ognarskapip
Árliga handfaring av meira enn 750.000 TEU bingjum
Feløgini hava longu samstarvað í Spania, og sambært pørtunum báðum hevur hetta lagt grundarlagið undir hesa størri samanleggingina.
Ólafur Orri Ólafsson, forstjóri í Samskip, heldur fram sum forstjóri eftir yvirtøkuna og fær ein týdningarmiklan leiklut í at sameina báðar fyritøkurnar í eitt.
Samstundis verður Samskip-navnið og íslendska upprunin varðveittur sum partur av framtíðar felagnum.
Rotterdam verður ein av høvuðsmiðstøðunum í framtíðar netinum, og ætlanin er at styrkja flutningssambondini millum sjó-, veg- og jarnbreytarsamferðslu fyri at veita meira burðardyggar logistikkloysnir.
(Mynd: Samskip)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Samskip
.png)

















.png)
%20(1).png)
Comments