top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

ESVAGT BETA - 18 ár uttan arbeiðsóhapp við arbeiðsfráveru

14 hours ago
1 min read

Skipið ESVAGT BETA hevur nú nátt ein serstakan varða.


Í 18 ár hevur skipið verið í rakstri uttan eitt einasta arbeiðstengt óhapp við mistari arbeiðstíð (LTI - Lost Time Injury).


Hetta er úrslitið av einum sterkum og miðvísum trygdarmenningi umborð, har manning, leiðsla og arbeiðsgongdir í felag hava tryggjað, at trygdin altíð hevur havt hægstu raðfesting.



Hjá føroyskum sjófólki hevur ESVAGT ein serligan týdning. Gjøgnum árini hava sera nógvir føroyingar siglt á skipum hjá felagnum, og nógv hava eisini verið partur av manningini á ESVAGT BETA.


Føroyingar hava sostatt verið við til at mynda tann professionella mentanina og høga trygdarstøðið, sum hevur eyðkent skipið.


18 ár uttan arbeiðstengdan miss er eitt úrslit, sum krevur gott samstarv og ábyrgdarkenslu frá øllum umborð. Hetta er tí eitt avrik, sum bæði verandi og fyrrverandi manningar kunnu vera errin av.


BFI ynskir manningini og øllum, sum hava verið knýtt at ESVAGT BETA, hjartaliga tillukku við hesum framúr úrsliti. 




(Photo credit: Vagn í Geil)



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo



Kelda: Esvagt

Fylg Facebook #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page