Umsókn um stuðul úr Hjálpargrunninum fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn

Við hesum verður kunngjørt, at umsóknarblaðið til Hjálpargrunnin fyri Óarbeiðsførðar Fiskimenn nú er tøkt.
Óarbeiðsførir fiskimenn, sum lúka treytirnar fyri at fáa stuðul úr grunninum, kunnu hervið søkja um fíggjarligan stuðul.
Endamálið við grunninum er at veita hjálp til fiskimenn, ið vegna sjúku, skaða ella aðrar viðurskifti hava mist arbeiðsførleikan.
Umsóknir skulu vera grunninum í hendi í seinasta lagi 12. desember 2026.
Mælt verður til, at umsóknir verða sendar inn í góðari tíð undan freistini.
Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn er grunnur settur á stovn í 1938, við tí endamálið at veita sjófólki, ið eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum stuðul.
Virksemi grunsins hevur í øll hesi ár havt alstóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, ið á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðuni.
Grunnurin hevur eisini sum endamál, at veita stuðul til heilsuhjálpandi og fyribyrgandi átøk, sum felagsskapir skipa fyri. Og at veita fíggjarligan stuðul til eftirsitandi hjá sjófólki, umframt til arbeiðið ímóti tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi- ella sjúkulekjandi arbeiði í Føroyum.
At veita fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum er vorðið óarbeiðsført av sjúku, og sum ikki kann fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.
Stuðulin úr Hjálpargrunninum verður veittur á hvørjum ári til jóla.
Umsóknin skal vera grunninum í hendi í seinasta lagi 11. desember 2026.
Umsóknir sum mangla váttan frá TAKS ella Lækna verða ikki tiknar við
PS: Persónar eldri enn 67 ár fáa ikki stuðul.
(Myndir 📸 fsn.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: fsn.fo
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Føroya Skipara- og navigatørfelag #FaroeseMaritime #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory
#FaroeIslands #FaroeSea #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #faroesemaritimeecosystem #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory
.png)


















.png)
%20(1).png)
Comments