top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

40 ára starvsdagur hjá Peturi Dagfinni Højgaard

2 hours ago
1 min read

Á samkomu hjá Faroe Ship í farnu viku varð Petur Dagfinn Højgaard heiðraður í sambandi við, at hann hevði havt 40 ára starvsdag í føstum starvi hjá felagnum.


Petur Dagfinn byrjaði ungur í pakkhúsinum hjá Faroe Ship í Runavík. Longu í 1976 fekk hann sína fyrstu løn hjá felagnum, og næstu árini var hann leyst knýttur at arbeiðinum. Summarið 1986 fór hann í fast starv, bert 18 ára gamal.


Í 1990 flutti hann til deildina hjá Faroe Ship í Tórshavn, har hann helt fram í starvi sínum.


Síðani 1997 hevði hann verið fastur partur av terminaltoyminum sum stakkaraførari, har hann við sínum royndum, ágrýtni og trúfesti hevði verið ein týðandi partur av dagliga rakstrinum.


Gjøgnum árini hevði Petur Dagfinn víst stórt arbeiðssemi og trúskap móti arbeiðsplássinum. Við sínum drúgvu royndum hevði hann sett síni týðuligu spor á virksemið hjá Faroe Ship og verið ein virðismikil starvsfelagi hjá mongum.


Faroe Ship takkaði Peturi Dagfinni fyri stóra innsatsin gjøgnum árini og ynskti honum hjartaliga til lukku við hesum serliga starvsdegnum.


Samstundis varð vónað, at felagið fór at njóta gott av hansara arbeiðsmegi og drúgvu royndum í mong ár framyvir.







(Mynd 📸 Faroe Ship)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Faroe Ship

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page