top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Faroe Ship sett nýggjan stjóra 

Nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. desember.


ree



- Vit eru fegin um at kunna boða frá, at Steinar H. Eirikstoft er settur sum stjóri á Faroe Ship. Steinar er í løtuni forstjóri á Sjúkrahúsverkinum, eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum. Steinar hevur yvir 14 ára royndir frá bæði tekniskt og skipanarliga krevjandi leiðslustørvum, bæði í Føroyum og í Danmark. Hann byrjar á Faroe Ship 1. december.


Steinar H. Eirikstoft:

- Eg eri stoltur av at taka við sum stjóri á Faroe Ship, sum er ein týdningarmikil fyritøka í føroyska samfelagnum. Eg eri spentur til at viðvirka til framhaldandi vøkstur hjá fyritøkuni og til at stuðla okkara kundum og samstarvsfeløgum við álítandi og nýskapandi loysnum, bæði her í Føroyum og altjóða. 


Steinar hevur HD1 og HD2 prógv frá Copenhagen Business School (CBS), prógv sum Master í framleiðslu og leiðslu frá Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og B.S.c. prógv í el-verkfrøði frá sama skúla.


Bragi Þór Marinósson, stjóri fyri altjóða virksemi hjá Eimskip: Vit fegnast um at kunna bjóða Steinari vælkomnan sum nýggjan stjóra á Faroe Ship. Hansara leiðsluroyndir fara at koma okkum væl til góðar, meðan vit áhaldandi styrkja okkara virksemi og veita framúr tænastu til okkara kundar í Føroyum.


Faroe Ship er ein av elstu fyritøkunum í Føroyum, stovnað í 1919, og hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum við sterkum flutnings- og heildarlogistiktænastum. Vit eru vís í, at undir leiðsluni hjá Steinari fer felagið at halda fram við at vaksa og byggja víðari á nýggju íløgurnar í goymslur, frystigoymslur, terminalrakstur og nýggja nútímans høvuðssætið. Vit ynskja Steinari góða eydnu í nýggja leiklutinum, og bjóða hann vælkomnan á Faroe Ship.


- Vit vilja eisini takka Boga P. Nielsen fyri hansara íkast og stóra arbeiði fyri Faroe Ship í undanfarnu árum og ynskja honum góða eydnu í nýggja starvinum. Sum kunngjørt í august, fer Bogi at taka við sum stjóri fyri Pelagos, ein álitandi kundi hjá Faroe Ship.


(Mynd 📸 Faroe Ship)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree


Kelda: Faroe Ship

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page