top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png
Post: Blog2 Post

Video - SMJ lyklaleiklut í heimsins størstu smoltstøð

7 minutes ago
1 min read

Video er niðast í greinini.



Heimsins størsta smoltstøð varð í dag alment tikin í nýtslu í Kilvik í Noregi. Sambært Ivan Vindheim fer hvør tíggjundi laksurin hjá Mowi Noreg framyvir at hava svomið gjøgnum anleggið hjá Helgeland Smolt.


SMJ hevur verið ein týðandi samstarvspartur í verkætlanini síðani 2021 og hevur staðið fyri prosjektering, útboði og innkeypi av RAS-skipanum, tekniskum installatiónum og el-skipanum.



Harumframt hevur SMJ verið tætt knýtt at arbeiðinum við ígongdseting og rakstrarsetan av anlegginum.


Verkætlanin er úrslitið av fleiri ára tættum samstarvi millum Helgeland Smolt, ráðgevarar og veitarar. Fyrir SMJ er dagurin ein týðandi varði, sum undirstrikar fyritøkunnar førleikar innan ráðgeving og menning av framkomnum anleggjum til alivinnuna.


SMJ ynskir Helgeland Smolt hjartaliga til lukku við nýggja anleggnum og takkar fyri álitið og góða samstarvið gjøgnum alla verkætlanina, sigur Pætur Jacobsen í fráboðan á LinkedIN





(Mynd og Video 📸 SMJ)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: SMJ



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page