top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BFI | Ábyrgdarfulla arbeiðið hjá Eyð

Eyð Eidesgaard hevur eitt ábygdarfult arbeiði á Varðanum Pelagic.  Her verður lýst hvat millum annað tað inniheldur.



Eyð Eidesgaard hevur eitt ábygdarfult arbeiði á Varðanum Pelagic.  Her verður lýst hvat millum annað tað inniheldur.

 

Eyð Eidesgarrd fekk prógv sum kemiverkfrøðingur í 2001 frá Danmarks Ingenørsakademi, sum í dag eitur DTU. Saman við familjuni flutt hon straks heima aftur og byrjaði sum lærari á Miðnámi í Vàgi. Lærararyrki vardi tó ikki leingi fyri Eyð, tí longu eitt ár seinni, fekk Eyð starv á umhvørvisdeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum síðan bleiv til samansetta almenna stovnin, sum vit í dag kenna sum Umhvørvisstovuna. Her var Eyð í góð 10 ár.

 

Tá ið Eyð og familjan fluttu aftur til Føroya, var ikki nógv virksemi í Suðuroynni og tískil avmarkað arbeiðspláss. Hugurin at búleikast og starvast í Suðuroynni var inngrógvin hjá Eyð, og tí var gleðiligt fyri hana, tá ið hon byrjaði í starvi á Varðanum Pelagic 1. juni 2012.

 

Varðin Pelagic var stovnað og virkið var í gerð, tíksil var einki virksemi,  tá ið Eyð varð sett í starv. Tí var neyðugt at fyrsta tíðin skuldi nýtast til at finna út av, hvat fyri  virksemi virkið á Tvøroyri skuldi innihalda.

 

Nøkur starvsfólk fóru eina rannsóknarferð til Íslands í eina viku til tess at savna sær vitan,  kunning og lærdóm á einum líkandi fiskavirki. Av túrinum í Íslandi høvdu Eyð og hini starvsfólkini umfatandi vitan í viðførinum við sær aftur til Tvøroyrar.

 

Í dag er leikluturin hjá Eyð nakað broyttur og tillagaður síðan hon byrjaði. Í dag er Eyð  GHTU leiðari (Góðsku, Heilsu, Trygd og Umhvørvið) ) á Varðanum Pelagic og hevur millum annað ábyrgd av trygdini, sum inniber millum annað ábyrgdina at uppbyggja og viðlíkahalda mannagongdir viðvíkandi trygd. Trygdin er av alstórum týdningi, og er og hevur altíð verið í hásæti í virkinum á Tvøroyri.

 

Flestum kunnugt kom eldur í virkið í 2017. Hetta var ein sorgarleikur. Tí er tilvitskan um trygdina sett seg enn meira fasta hjá starvfólkunum og ikki minst Eyð.

 

Virkið hevur nógv fólk í starvi, og øll starvsfólkni, eru væl kunnaði um millum annað rúmingarleiðir og møtistøð. Javnan eru venjingar, soleiðis at starvsfólkini ongantíð ivast ikki í, hvat tey skulu gera, hendir tað, at eldur kemur í.

 

Eyð leiðir eisini arbeiði viðvíkjandi tilbúgvingarætlani.

 

Varðin hevur millum annað í tilbúgvingarætlanini tað, at ikki minni enn 50 starvsfólk hava dagført fyrstuhjálparaskeið. Eisini duga øll starvsfólkini grundleggjandi eldsløkking.

 

Til dømis útbúgvir Varðin Pelagic egnar royk-kavarar. Eisini eru allir teknikarnar á virkinum hjálpiroykkavarar,  sum eisini eru lokala sløkkiliðinum til handa um neyðugt er fyri tí. Hetta kann koma sløkkiliðnum til góða, tí at virkið er so mikið stórt.

 

Umframt at verða GHTU leiðari er Eyð eisini umboða leiðsluni í Varðanum Pelagic.

 

 


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Kelda: BLUE FAROE ISLANDS

Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram icon


Fylg okkara Facebook #:


Fylg okkara LinkedIn #:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page