top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FAROEDIVE | Alsamt fleiri vinnumøguleikar hjá kavarum í Føroyum 🤿

Tað eru alsamt fleiri vinnumøguleikar hjá kavarum.

(Mynd 📸 Faroedive)


Føroyska kavaravinnan hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Serliga hevur tørvurin á vælútbúnum kavarum, verið tíðuligur innan alivinnuna. Tørvurin á kavarum í alivinnuni, verður nøktaður við kavarum, ið hava vinnubrøv sum lættir kavarar. Hesir kunnu kava niður á í mestalagi 30 metra dýpið og kunnu arbeiða við hondamboðum.


Í byggivinnuni hevur tó verið truplt hjá feløgum, at finna føroyskar kavarar við hóskandi útbúgving og vinnubrøvum. Serliga hava kavarar úr m.a. Bretlandi, Týsklandi og Danmark verið leigaðir heim til Føroyar, at loysa ymiskar konstruktións-uppgávur. Hetta er sera óheppi, í longdini.


Tá West-Hercules boripallurin, var í Føroyum til viðlíkahald, komu áleið 20 fremmandir slangukavarar til oyggjarnar, at loysa uppgávunar undir vatnskorpuni. Næstu ferð slík stór før koma hendanvegin til viðlíkahald, eiga, í mest møguligan mun, føroyingar at loysa uppgávuna.


Vit kunnu, um vit vilja...


Eitt grundskeið í vinnukavingng byrjar 4. aug. , tá hevur tú møgulieka at byrja lívsleiðina sum vinnukavari www.faroedive.com

(Mynd 📸 Faroedive)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Faroedive tíðindaskriv

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page