top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FISF | Fiskivinnan MSC góðkend

Fiskiskapurin eftir toski og hýsu fingið MSC góðkenning. Eftir eina drúgva tilgongd, har fleiri altjóða serfrøðingar hava eftirhugt fiskiveiðuna eftir toski og hýsu undir Føroyum, hevur MSC endaliga góðkent fiskiskapin sum burðardyggan.


(Mynd 📸 Hanus hansen)


Avgerandi fyri góðkenningina er, at fiskimálaráðharrin hevur sett í verk eina umsitingarætlan til áseting av talinum av loyvdum fiskidøgum.


At føroysku fiskivinnumyndugleikarnir í 2020 valdu at seta í verk skipan við eini umsitingarætlan fyri áseting av fiskidagatalinum, har lurtað verður eftir tilmælunum frá fiskifrøðini, er avgerandi fyri, at MSC nú hevur góðkent føroysku fiskiveiðuna eftir toski og hýsu sum burðardygga. Tað sæst í frágreiðing, sum altjóða fiskiveiðuserfrøðingarnir hjá MSC hava greitt úr hondum.


Nýggja góðkenningin er ein víðkan av verandi MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir longu og brosmu undir Føroyum. Skilt verður vanliga millum treytaleysar og treytaðar góðkenningar hjá MSC. Í hesum føri er talan um treytaða góðkenning, har avgerðandi treytin frá MSC snýr seg um at fáa altjóða serfrøðingar at eftirmeta útrokningargrundarlagið fyri stovnsmetingunum. Um eftirmetingin vísir á tørv á ábøtum, má ætlanin endurskoðast fyri at røkka málunum hjá MSC fyri burðardygga veiðu eftir hýsu og toski.


Arbeitt verður støðugt við at møta hesum kravið, soleiðis at góðkenningin verður treytaleys.


Føroysk fiskivinna hevur í nógv ár merkt avmarkingar fyri sølu á altjóða marknaðinum av fiskaúrdráttum úr toski og hýsu veidda undir Føroyum. Fleiri og fleiri keyparar – serliga stóru innkeypsketurnar – seta krøv um burðardyggan fiskiskap, tá tey velja veitarar av fiskavørum. Tí hevur tað havt ítøkiligar fíggjarligar avleiðingar fyri føroyska fiskaútflutningin, at teir kræsnastu kundarnir hava sýtt fyri at keypa fiskaúrdráttir úr toski og hýsu veidda undir Føroyum, tá hesin fiskiskapur ikki hevur havt nakra altjóða góðkenning.


Nú fiskiskapurin eftir toski og hýsu hevur fingið MSC góðkenning, fáa føroyskir fiskaseljarar atgongd til fleiri nýggjar marknaðir og keyparar, ið kunnu væntast at rinda ein hægri prís fyri vøruna enn á verandi marknaðum. Tað er eyðsæð gott fyri bæði føroyskan útlfutning og føroysku fiskivinnuna sum heild. Sambært góðkenningini frá MSC er allur toskur og hýsa veidd eftir 9. juni 2021 nú altjóða góðkendur sum burðardygt veiddur fiskur.


Fiskivinnan fegnast um nýggju møguleikarnar - Í vinnuni hava vit miðvíst arbeitt fram ímóti, at føroysku myndugleikarnir tillagaðu føroysku fiskiveiðuumsitingina til at vera burðardygga sambært altjóða forskriftum, sigur Hanus Hansen, nevndarformaður í Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF), ið fyrr í ár bleiv stovna av vinnuni til at taka sær av altjóða góðkenningum av føroyskari fiskiveiðu.


- Tí fegnast vit nú saman við føroysku myndugleikunum um, at miðvísa arbeiðið ber ávøkst til gagns fyri føroyskan útflutning og samfelagið sum heild.


Í juli 2020 boðaði Jacob Vestergaard alment frá, at føroysku fiskiveiðumyndugleikarnir framyvir fóru at fylgja eini umsitingarætlan í árligu ásetiningini av fiskidøgum. Hetta bleiv ítøkiliga ásett í kunngerð lýst í desember 2020, sum eisini ásetti fiskidagarnar fyri 2021. Sostatt valdi fiskimálaráðharrin at fylgja tilmælinum frá einum samdum arbeiðsbólki umboðandi bæði vinnuna, Havstovuna og myndugleikarnar.


- Mál okkara er at røkja fiskastovnarnar undir føroyskum ræði á ein slíkan hátt, at komandi ættarlið kunnu fáa eins stórt gagn av sjófeinginum sum verandi ættarlið,” sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.


- Tí valdi eg í fjør at seta í verk skipanina við eini umsitingarætlan fyri hvørt fiskaslag, har vit á ein skipaðan hátt fylgja tilmælunum frá lívfrøðini við tí fyri eyga at troyta fiskastovnarnar á ein burðardyggan hátt. At vit longu nú kunnu heysta ágóðarnar av hesum átakinum er at fegnast um. Hetta er til gagns fyri allar partar, tá heimurin hevur brúk fyri burðardygt veiddum fiskavørum, meðan vit hava brúk fyri inntøkunum frá fiskaútflutninginum.


MSC góðkenning byggir á greiðar meginreglur Altjóða felagsskapurin Marine Stewardship Council arbeiðir fyri at fremja eina ábyrgdarfulla fiskivinnuumsiting og burðardyggar mátar at varðveita fiskivinnusamfeløg í framtíðini. Meginreglurnar handan MSC-góðkenningina byggja á leiðreglurnar fyri ábyrgdarfullan fiskiskap, sum ST-felagsskapurin FAO virkar eftir. Við at velja fiskavørur við MSC-merkinum stuðlar brúkarin fiskiskapi, ið verjir havumhvørvi okkara og eggjar øðrum at gera tað sama. MSC-góðkenningin byggir á tríggjar meginreglur: (1) Fiskiveiðan skal vera burðardygg fyri stovnin. (2) Atknýtta vistskipanin skal varðveitast. (3) Fiskiveiðuskipanin skal liva upp til hóskandi krøv.


Gisli Gislason frá MSC greiðir soleiðis frá tilgongdini at fáa føroysku veiðuna eftir toski og hýsu góðkenda:


- Føroyska fiskivinnan vendi sær til okkum í 2019 fyri at fara undir tilgongdina at fáa fiskiskapin góðkendan sum burðardyggan eftir altjóða forskriftum. Bakgrundin var, at føroysku myndugleikarnir høvdu avgjørt at fylgja eini umsitingarætlan í ásetingini av talinum av fiskidøgum. Á henda hátt hevur føroyska samfelagið valt at fylgja tilmælunum frá serfrøðini í røktini av fiskastovnunum. Okkara serfrøðingar hava eftirhugt hagtølini, tilmælini og fiskivinnuumsitingina í mun til tær tríggjar meginreglurnar hjá MSC. Tilgongdin hevur verið drúgv, men nú eru vit komin á mál og hava góðkent fiskiveiðuna sum burðardygga. Eg eri eisini fegin um, at føroyska fiskivinnan hevur valt at skipað seg í einum felag, FISF, sum fæst við altjóða góðkenningar av burðardygd. Hetta fer heilt vist at styrkja menningina og vitanardeilingina í føroyskari fiskivinnu.


Vegna føroyska fiskivinnu varar FISF av teim altjóða góðkenningunum og hevur soleiðis eisini staði fyri tilgongdini við at fáa føroyska fiskiveiðu eftir toski og hýsu góðkenda av MSC. Durita í Grótinum er stjóri í FISF.


- Vit hava havt eitt fyrimyndarligt samstarv við MSC, hóast tey eisini seta nógv formlig krøv til fiskiskapin og fiskivinnuumsitingina, sigur Durita í Grótinum, stjóri í FISF.


- At vit eru komin á mál við góðkenningini skyldast millum annað, at føroysku fiskiveiðumyndugleikarnir lurta eftir serfrøðini við at seta í verk eina umsitingarætlan. Framyvir verður tað tí uppgávan at fylgja umsitingarætlanum fyri ymsu fiskasløgini, soleiðis at vit eisini varðveita MSC góðkenningina, tá felagsskapurin javnan kemur at skoða okkara fiskiveiðuumsiting. Eisini hevur tað havt avgerandi týdning, at vit í Havstovuni hava fremstu serfrøði á altjóða støði, sum skapir vísindaligt trúvirði um føroysku fiskivinnuumsitingina.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Kelda: VP.FO

Logo
Logo
Logo
0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page