top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

HAGSTOVA FØROYA | Útflutningurin av fiskavørum vaksin 7 prosent

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7,8 milliardir krónur. Tað eru 491 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Útflutningurin fyrstu átta mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 8,4 milliardir krónur. Hetta eru 401 millión krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.


Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og tílíkt vaksin 1.041 milliónir krónur hesar fyrstu átta mánaðirnar. Hetta svarar til umleið 75 prosent vøkstur.


Virðið av laksaútflutninginum er minkað 262 milliónir krónur, ella 8 prosent. Nøgdin er minkað 7.818 tons, ella 17 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 189 milliónir krónur, ella ávikavist 19 prosent, 4 prosent og 14 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini.

(Myndir og grafar 📸 📈 Hagstova Føroya)


Sí fleiri grafar HER og HER

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Hagstova Føroya

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page