top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MEININGAR | Avgjaldið í Norra - ein ræðusøga

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum vísti í Degi og Viku á norska NOx avgjaldið sum møguleika, tvs. at leggja eyka avgjald á olju til millum annað fiskiskip.


(Mynd 📸 Facebook hjá Hanus Samró)



NOx avgjaldið í Norra - ein ræðusøga


Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum vísti í Degi og Viku á norska NOx avgjaldið sum møguleika, tvs. at leggja eyka avgjald á olju til millum annað fiskiskip.


Tað ljóðar kanska óskyldigt, men NOx avgjaldið er ikki nøkur sólskinssøga - tað er beinleiðis ein ræðusøga fyri fiskvinnuna í Norra.


Kvoturnar lækkað, tað gera tær eisini í Føroyum, renturnar eru farnar upp, sama sum í Føroyum, alt er dýrkað, akkurát sum í Føroyum, og so kemur NOx avgjaldið sum steinur omaná byrðu.


Ikki nóg mikið við tí, men so ætlar norska stjórnin sjálvandi at økja avgjaldið 1. januar 2025.


Sum gularót kunnu skipini søkja um at fáa part av Co2 avgjaldinum aftur árið eftir, tvs. tað drenar gjaldsføri hjá feløgunum - sum longu eru hart rakt av kvotuniðurskurði og øktum útreiðslum.


Hvørjar avleiðingar hevur tað so fyri fiskivinnuna? Gera norsku reiðaríini fleiri íløgur í "grønskip"?


Nei. Tvørturímóti.


Norsku skipini bunkra aðrastaðni ístaðin. Tað gongur ikki bara útyvir oljufeløgini, men øll tænastavinnan missir uppá tað.


Hvør vinnur so?


Tað ger umsitingin, byrokratiið og partar av politisku skipanini.


Umsitingin far meira at gera, tí tey mugu viðgera allar umsóknirnar um Co2 afturbering.


Størsti vinnarin er tó politiska skipanin. Oljunýtslan í fiskivinnuni minkar á pappírinum, tí tey hava útflutt hana til Hetlands.


Tað er politiskt logikkur sum vil nakað. Tað er eitt klokkuklárt 12 tal í politiskum sjónleiki


Sí dømi niðanfyri.





Skipið siglur úr Norra til Hetlands at bunkra, áðrenn farið verður til makrelfiskiskap í

norskum sjógvi.


Hendan myndin verður nógv sjónligari í 2025, tá NOx avgjaldið økist... men norska stjórnin kann sjálvandi gleðast um, at tað gongur væl við at lækka oljunýtsluna í fiskivinnuni...


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page