top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEININGAR | Enn ein skandala fyri útisiglarar, landskassan og samfelagið, framd í verki av sitandi samgongu

Tað er onki minni enn ein skandala fyri teir sjómenn, sum sigla í Norra, landskassan og føroyska samfelagið, at skattafrádrátturin er avtikin, og harvið er persónsskatturin hækkaður munandi fyri hesar sjómenn.


ree

Hesa skattabroyting hevur sitandi samgonga, við Framsókn á odda, gjørt mótvegis teimum, sum sigla í Norra.


Tá føroyska samfelagið fór á húsagang 6. oktober 1992, vóru ringar tíðir í Føroyum, umleið 5.000 føroyingar fluttu av landinum og arbeiðsloysið var stórt, bæði á landi og sjógvi. Støðan var ring um alt landið, alt var steðga upp, fólk høvdu ikki pening at keypa fyri, og handlanir í Føroyum stongdu ein fyri og annar eftir, tí pengar vóru ikki millum fólk.


Ein stórur partur av sjómonnunum fóru til Norra at sigla, og norsk reiðarí´ir tóku væl ímóti okkara rasku sjómonnum, sum kundu forvinna sær fyri lívsins uppihald. Nú vóru glottar fyri framman, nú fingu familjurnar pengar til dagliga húsarhaldið - og lívið á bygd og í bý fór so spakuliga í gongd aftur. Fólk kundu keypa og lív kom aftur í handlarnar og framtíðin sá ljóst út og tað gekk framá í samfelagnnum.


ree

Men í november 2023 kom so tann køvandi hondin frá okkara vinstravendu sosialistisku samgongu, við Framsókn á odda, við einari skattaumskipan, og legði eyka skatt á okkara sjófólk, sum sigla í Norra - sjálvt mótmælir við undirskriftum frá 1.200 fólkum. Men har var einki at gera, teir skuldu rekast av landinum.


Úrslitið er mær upplýst er, at hópur av útisiglarum hevur sagt upp í Norra og eru farnir eitt nú til Danmarkar at sigla undir DIS-skipanini, og nú fær samfelagið 0 kr. inn í skatti.


Vit kunnu bara staðfesta, at minni kemur inn í lands- og kommunuskatti frá hesum útisiglarum og undirskotið hjá landskassanum veksur samsvarandi - men nú er klárt at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum við einum risa halli á fíggjarlógini.


.... Enn ein skandala fyri útisiglarar, landskassan og samfelagið, framd í verki av sitandi samgongu.


Annfinn Brekkstein


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Kelda: Johan Dahl Mynd Sambandflokkurin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page