top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Nevndin í Havbúnaðarfelagnum heldur fram

Havbúnaðarfelagið hevur lagt fram ársfrágreiðingina fyri 2025


(Mynd  Havbúnaðarfelagið)
(Mynd Havbúnaðarfelagið)

Frágreiðingin vísir, at 2025 gjørdist eitt metár fyri føroyska alivinnu við hægstu framleiðslu higartil. Samstundis staðfestir frágreiðingin, at føroyskur havbúnaður hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin, arbeiðspláss kring landið og fyri føroyskan útflutning.


Frágreiðingin lýsir eisini tær stóru broytingarnar og avbjóðingarnar, sum vinnan stendur mitt í – bæði við atliti at altjóða marknaðarviðurskiftum, lívfrøðiligum avbjóðingum, burðardygd, marknaðaratgongd og tørvinum á tryggum og kappingarførum kørmum fyri framhaldandi menning og íløgur.


Havbúnaðarfelagið vísir samstundis á, at føroyska alivinnan seinastu árini hevur ment seg til eina av fremstu alivinnunum í heiminum. Hetta byggir á stórar íløgur, vitan, gransking og tætt samstarv millum vinnu og myndugleikar.


Ársfrágreiðingin hjá Havbúnaðarfelagnum kann lesast her


Nevndin heldur fram

Á aðalfundinum stóð Atli Gregersen fyri vali, og hann varð afturvaldur í nevndina í tvey ár. Í nevndini sita sostatt Regin Jacobsen, Hans Jákup Mikkelsen og Atli Gregersen.


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Vinnuhúsið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page