SJÓNÁM | Listaverk handað skúlanum
Á samkomu á Sjónámi í gjár (16/12-21) bleiv ein málningur eftir legendariska ævintýraran og listamannin Hanus Skálagarð formelt handaður av bróður Hanusar, Hjartvard Skálagarð. Málningurin er av skúlaskipinum "København" ið gekk burtur í 1929 við mann og mús.
(Mynd 📸 Sjónám)
Hanus vanliga nevndur Hans, vaks upp í Skúgvi og upplivdist fyri yngra bróðurin Hjartvard sum ein rokaligur drongur - og minnist seg einaferð verða settan av á einum skeri av eldra bróðrinum, so vaksin máttu hjálpa honum av aftur áðrenn tað fløddi. Hanus byrjaði tíliga at tekna, men hóast hann dugdi at finna motiv og avbjóðingar í Skúgvi var útilongsulin og dreymurin um Amerika so dragandi, at hann longu sum blaðungur fór út at sigla og búsettist í USA. Har sigldi hann eitt nú við merchant marine og luttók í fleiri kríggjum.
Heilar tríggjar ferð var hann í skipbroti umframt í innrásini í Normandínum í 1944.
Hanus fann listarliga inspiration á sínum ferðum og tað var sum marinumálari at hann útmerkaði seg og varð sum fráleið brátt mettur sum ein av heimsins dugnaligastu.
Hann var vinmaður víðagitna sjónleikaran og filmsleikstjóran, Clint Eastwood og Hjartvard var sjálvur við bróðinum á gátt hjá Clint sum tíverri ikki var heima hendan dagin.
Málningar Skálagarðs hanga í fleiri av mest prominentu bygningum í USA m.a.White House, Capital Building og Pentagon og sagt verður at hvør amerikanskur admiralur við virðing fyri sær sjálvum, eigur ein málning eftir Hans Skálagarð.
Vit á Sjónámi eru sera fegin um hesa stóru gávu, ið fer at hanga væl í innkomuhøllini á Sjónámi, millum Lugarið eftir Fridjof Joensen og Fischer eftir Livar Nysted
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjónám
Facebook #'s:
LinkedIn #'s:
Opmerkingen