top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

TÍÐINDI | Árið í fjør nógv tað besta hjá Sues-veitini

Ever Given stongdi Sues veitina í seks dagar, men kortini sigldu fleiri skip gjøgnum veitina í fjør enn í fyrraárið.

(Mynd 📸 Suez veitin)


Hóast stóra bingjuskipið, Ever Given, stongdi Sues-veitina í næstan eina viku í fjør, so var árið nógv tað besta hjá veitini, skrivar NTB.


Egyptaland, sum eigur Sues-veitina, fekk 6,3 milliardir dollarar, svarandi til 56 milliardir kr., í avgjaldi frá skipum, sum sigldu gjøgnum veitina.


Talan var um ein vøkstur upp á 13 prosentstig samett við 2020, sum átti metið frammanundan, upplýsir Osama Rabie, stjóri í egyptiska felagnum, ið rekur Sues-veitina.


Bingjuskipið, Ever Given, tipti veitina í seks dagar í mars í fjør. Hóast tað, so sigldu 20.694 skip gjøgmum Seus-veitina í fjør samanborið við 18.830 skip í 2020, skrivar NTB.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: NTB og KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

コメント


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page