TÍÐINDI | Spotprísirnir falla framvegis
Spotprísurin á alheims bingjufarmi er fallin 20. viku á rað. Tað sigur Shanghai Containerized Freight index. Spotprísurin liggur nú upp á 1.697,65 eftir eitt fall upp á 4,6 prosent í mun til prísin í farnu viku. Indeksið liggur nú á minni enn ein triðing av toppstiginum, sum var um ársskiftið.
(Mynd 📸 Antares)
Gyltu tíðirnar hjá heimsins stóru bingjureiðaríum er av á hesum sinni. Eitt fíggjarligt afturstig liggur fyri framman, og ein fallandi eftirspurningur eftir alheims flutningi hevur longu fingið reiðarí at taka skip úr rakstri, so botnurin ikki rýkur úr gjøldunum.
Niðurtúrurin heldur fram, og gjøldini eru fallin hvørja viku síðan 10. juni, tá hann var 4.233.
Minkandi eftirspurningurin – og harvið eisini minkandi farmur á dekkinum (færri bingjur), er ein av orsøkunum til, at virðið á Maersk-partabrævinum hósdagin fall hóast met yvirskotið upp á 67 milliardir krónur í 3. ársfjórðingi í ár.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments