top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Tvær havgranskingarverkætlanir fingið stuðul

Faknevndin fyri skránna um havgransking í Norðuratlantshavi hevur játtað 6,8 mió. kr. til tvær nýggjar verkætlanir.

(Mynd 📸 Fiskimannafelag.fo)


Hetta er annað játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til í tíðarskeiðnum 2020-2023.


Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi. Verkætlanirnar fevna um ph.d., post.doc. og masterlesandi og hava luttakarar frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark.


Tað komu 8 umsóknir til freistina 25. august 2022. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum.

Faknevndin grundaði sínar avgerðir á metingarnar og raðfestingina hjá serfrøðinganevndini og á strategisku raðfestingina í útbjóðingartekstinum.


Verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru:


BlueCea - Tracing the fate of Macroalgae with a focus on blue carbon processes in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems and beyond Verkætlanarleiðari: Nadescha Zwerschke Samstarv millum Grønlands Naturinstitut, Deildina fyri Ecoscience á Aarhus Universiteti, Fiskaaling, TARI – Faroe Seaweed og Havstovuna. Játtan: 3.899.358 kr.

og


ClimeFishLink - Linking 80 years of variation in fish growth to climatic effects on food webs, temperature and field metabolic rates using otolith microchemistry Verkætlanarleiðari: Peter Grønkjær Samstarv millum Deildina fyri Lívfrøði á Aarhus Universiteti og Havstovuna. Játtan: 2.844.921 kr.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page